- Tiltakið hevur verið.
Árligi suðuroyartúrurin 13-15 okt.
13. oktober 2023 @ 08:00 - 15. oktober 2023 @ 17:00

Áhugað/ur í at síggja spennandi flytifuglar í heyst?
Hvørt heyst er møguleiki fyri at síggja sjáldsamar fuglar í Føroyum – ikki minst í Suðuroy, hvar nógvir av teimum steðga á áðrenn leiðina suður um hav.
Tí skipar Fuglafrøðifelagið fyri túri til Suðuroyar vikuskiftið 13-15 okt. Øll fuglaáhugaði eru vælkomin!
Við á túrinum vera royndir fuglakennarar, ið hjálpa við at bæði finna og kenna fuglar í føroysku náttúruni.
Kostnaður fyri luttøku er 250kr fyri limir og 350 kr fyri tey, ið ikki eru limir. Hetta er íroknað uppihald og mat. Gist verður í Vitapassarahúsinum á Akrabergi.
Eisini ber til at fylgjast við okkum eina løtu leygardagin uttan at yvirnátta og eta. Hetta er ókeypis.
Um tú ert áhugað/ur, send eini boð til info@fuglar.fo. Avmarkað pláss er.
Nærri praktisk kunning um túrin fæst við tilmelding.
