
Túrur til Sandoynna
18 mai @ 10:00 - 16:00
Sunnudagin 18. mai skipar fuglafrøðifelagið fyri fuglatúri til Sandoynna. Vit hittast við Gamlarætt kl. 10:00. Vit royna at fáa pláss til allar luttakarar í so fáum bilum sum gjørligt. Um tørvur er á farti úr Havn kunnu tit senda fuglafrøðifelagnum teldupost á info@fuglar.fo.
Á túrinum fara vit serliga at hyggja eftir fugli kring tey stóru vøtnini á Sandoynni. Túrurin er lættur og vit ganga ikki langar teinar. Havi matpakka við.
Tað er ikki neyðugt at vera limur í fuglafrøðifelagnum fyri at luttaka – men vit vóna sjálvandi at tú ynskir at gerast limur 🙂
Vinaliga boða frá luttøku á info@fuglar.fo ella á 223604.
Silas Olofson