Stari – Sturnus vulgaris faroeensis
Litfagri og avbera musikalski starin er ein hin kendasti fuglurin í urtagarðinum, og flestu okkara síggja hann helst dagliga.
Starin, ið vit síggja her á landi árið runt, er serføroyskt undirslag, og eitur á latíni Sturnus vulgaris faroeensis. Hetta staraslag er heimsins størsti stari og passar tískil væl til váta, føroyska veðurlagið, har hann trívist bæði úti í haganum og í bygdum øki, heilt tætt at fólki. Hann etur millum annað sniglar, maðkar, fræ og ber, men eisini alskins matleivdir frá húskjum. Av tí, at starin ikki flytur í onnur lond um veturin, kemur tað serliga væl við hjá starunum at fáa tálg, kjarnir, breyðmolar, frukt og annað gott frá húskjum um veturin, og stararnir eru dúgligir at vitja, har fólk fóðra teir.
Stari verpir vanliga eini 5 til 7 egg. Eggini eru smá og bleikblá. Bæði steggi og bøga bøla eggunum, sum klekjast eftir 12 til 25 døgum. Ungarnir eru í reiðrinum í einar tríggjar vikur, men verða eisini fóðraðir av foreldrunum nakrar vikur eftir, at teir eru farnir úr reiðrinum. Ungarnir eru einslitt dimt brúnir á at líta.
Gamal fuglur á sumri er svartur, við fínum hvítum prikkmynstri á bringuni, og fínum gulbrúnum prikkamynstri eftir yvirsíðuni. Í góðum ljósi skyggir hann fagurt metalliskt í lilla, grønum og bláum litbrigdum. Nevið er gulligt á sumri og sum heild er hann bara frábæra vakur á at líta.
Stararnir hava sítt egna lát, men harumframt eru teir eisini herviligir at herma eftir øllum møguligum øðrum fuglasløgum, og duga væl at fáa tað at líkjast heilt nógv.
Eitt annað slag av stara er eisini skrásett her í Føroyum, nevniliga brandstarin, ið er sjáldsamur ferðagestur úr eysturi. Gamal fuglur er vakurt svartur og skríggjandi ljósareyður – so ein er ikki í iva, um ein ber eyga við gamlan brandstara. Ungfuglarnir eru heldur torførari at greina, men eru minni og brúnari enn vanligi starin og so hava ungfuglarnir gult á nevinum.
Umframt at starin er bæði vakur á at líta, hevur eitt lívgandi og livandi lát, er rættiliga spakur og er her á landið árið runt, er eisini nógv til av honum í Føroyum. Tí er hetta ein fuglur, sum er sera lættur at eygleiða, um tað so er úti í haganum ella heima úr køksvindeyganum.