
Leygardagin hin 13. mai var ‘Global Big Day’ – stóri fuglateljingardagurin á vári. Annan leygardag í mai mánaða fara sjálvboðin um allan heimin út at eygleiða fugl, og skráseta teljingar sínar í eBird, sum er heimsins størsti dátugrunnur fyri fuglaeygleiðingar. Í Føroyum tóku 8 fólk lut í degnum, og skrásettu teljingar sínar í eBird. Í millum sín eygleiddu tey 60 fuglasløg. Flestu sløgini vóru eygleidd á Sandoynni (50 sløg). Sum vænta, eru nógv av hesum sløg, sum síggjast runt Føroyar: villdunna, æða, toppont, tjaldur, likka, havhestur, kráka og stari. Onnur sløg eru bert eygeidd einastaðni: korngás, íslandsgás, snælduont, krikkont, ógvella, turkadúgva, lomvigi, álka, lundi, stórur valmási, løðusvala, leyvljómari, barrígða og erla kongsdóttir. Fyri summi av hesum sløgum er tað helst bert av tilvild, at tey bert vóru eygleidd á einum øki. Eygleiðingar av sløgum sum krikkont, lomvigi, álka, lundi, og kanska erla kongsdóttir eru helst meira treytaðar av, at man er á rætta stað til røttu tíð, tí hesi sløgini eru rættiliga vanlig at síggja nógva staðni í Føroyum. Í vár hevur tað tildømis verið ein minni innrás av barrígðu í Føroyum, og tó var slagið bert eygleitt á einum øki hin 13. mai (á Eiði).
Tal av fuglasløgum sum varð eygleitt og skrásett í eBird hin 13. mai, er á umleið sama støði sum undanfarin ár (2022, 62 sløg; 2021, 61 sløg; 2020, 68 sløg; 2019, 57 sløg; 2018, 72 sløg; 2016, 63 sløg). Tabellin niðanfyri vísir, hvørji sløg hava verið eygleidd á ‘Global Big Day’ seinastu 4 árini.
Í ár eru tað tó tvey serliga áhugaverd ískoyti til eygleiðingarnir omanfyri.
(i) Umvegis Facebook-síðuna ‘Fuglar í Føroyum’ varð gjørt vart við, at ein gyllingur varð sæddur á Sandoynni hin 13. mai. Tveir dagar seinni, hin 15. mai, varð ein gyllingur sæddur í Søldarfirði. Helst er talan um sama fugl í báðum førum. Karl Thomsen tók túrin til Søldarfjarðar, sá fuglin (og tók myndir av honum) og skrásetti hann í eBird, men altso tveir dagar ov seint til ‘Global Big Day’. Seinastu 50 árini er gyllingur eygleiddur í Føroyum við áleið 5 til 10 ára milumbilum (1970, 1981, 1988, 1990, 1992, 1997, 2003, 2010 og 2015).
(ii) Silas Olofson var umborð á Jákup Sverra, áleið 550 km norðanfyri Føroyar og 400 km í ein útnyrðing úr Íslandi. Afturat teimum væntaðu sjófuglasløgunum sum havhestur, súla, rita og onnur másasløg, umframt fýra ymisk kjógvasløg (snældukjógvi, jói, kjógvur og skúgvur), eygleiddi hann eisini snjóspurv hin 13. mai. Í døgunum frammanundan nýttu garðljómarar, sevspurvar, erla kongsdóttir, steinstólpur, løðusvalur, lónasvalur og mánadúgvir Jákup Sverra at hvíla veingirnir á.
Kring heimin sendu næstan 59.000 fólk sínar eygleiðingar inn á eBird hin 13. mai, og varð tað eygleitt meira enn 7.600 útav teimum áleið 11.000 fuglasløgunum, ið finnast í heiminum. Hetta dáta hjálpir okkum at fáa betur yvirlit yvir fuglastovnarnir. Tey, sum hava áhuga at granska innkomnu eygleiðingarnir frá Føroyum hin 13. mai betur, kunnu finna tær her: https://ebird.org/region/FO?forceLogin=true&yr=BIGDAY_2023a
Tabel 1. Fuglasløg eygleidd í Føroyum annan leygardag í mai seinastu 4 árini.
Art | 13. mai 2023 | 14. mai 2022 | 8. mai 2021 | 9. mai 2020 |
Svanur | x | x | x | x |
Brandgás | x | x | x | x |
Grágás | x | x | x | x |
Korngás | x | |||
Íslandsgás | x | x | x | x |
Helsigás | x | x | ||
Æða | x | x | x | x |
Æðukongur | x | |||
Toppont | x | x | x | x |
Tannont | x | x | ||
Villdunna | x | x | x | x |
Ennigul ont | x | x | x | x |
Snælduont | x | x | x | x |
Trøllont | x | x | x | x |
Ógvella | x | x | x | x |
Krikkont | x | x | x | x |
Súgont | x | x | ||
Kolont | x | x | x | |
Høvuðreyð ont | x | |||
Sutlont | x | x | ||
Kápureyð ont | x | |||
Tjaldur | x | x | x | x |
Hagalógv | x | x | x | x |
Spógvi | x | x | x | x |
Tangspógvi | x | x | x | |
Reyðspógvi | x | |||
Mýrisnípa | x | x | x | x |
(Stór) svarthálsa | x | x | x | x |
Tjaldursgrælingur | x | x | x | x |
Grágrælingur | x | |||
Fjallmurra | x | x | x | |
Stelkur | x | x | x | x |
Sandgrælingur | x | x | ||
Helsareyði | x | |||
Gráhegri | x | |||
Sjógvhøna | x | |||
(Norður)gjør | x | |||
Teisti | x | x | x | x |
Lundi | x | x | x | x |
Lomvigi | x | x | x | x |
Álka | x | x | x | |
(Øsreyður) lómur | x | x | x | x |
Havgás | x | x | x | x |
Súla | x | x | x | x |
Skarvur | x | x | x | x |
Hiplingur | x | x | ||
Havhestur | x | x | x | x |
Skrápur | x | |||
Skúgvur | x | x | x | x |
Kjógvi | x | x | x | x |
Jói | x | |||
Skatumási | x | x | x | x |
Likka | x | x | x | x |
Svartbakur | x | x | x | |
Fiskimási | x | x | x | x |
Rita | x | x | x | x |
(Hav)terna | x | x | ||
Fransamási | x | x | x | x |
Stórur valmási | x | |||
Lítil valmási | x | |||
Bládúgva | x | x | x | x |
Mánadúgva | x | x | ||
Turkadúgva | x | x | x | x |
Grákráka | x | x | x | x |
Ravnur | x | x | x | x |
Músabróðir | x | x | x | x |
Steinstólpa | x | x | x | x |
Bringureyði | x | x | x | x |
Flakknápur | x | |||
Kvørkveggja | x | x | x | x |
Óðinshani | x | x | x | |
(Gulkrýndur) títlingskongur | x | |||
Grannljómari | x | x | ||
Leyvljómari | x | |||
Munkur | x | |||
Løðusvala | x | x | ||
Stari | x | x | x | x |
Barrígða | x | |||
Gráspurvur | x | x | x | x |
Erla kongsdóttir | x | x | x | x |
Summartítlingur | x | x | x | x |
Grátítlingur | x | x | x | x |