Fuglagransking – summarið 2021

Føroya Fuglafrøðifelag setti tíðliga í ár á stovn grunnin Kenneth Williamson fuglagrunnin. Við stuðuli frá Tórshavnar Kommunu hava vit tí kunna bjóða fleiri ungum granskarum til Føroya at granska í okkara spennandi fuglalívi.

Hóskvøldið 9. sep kl 19.00 fara tey at leggja fram teirra granskingarúrslit ella teirra vónir um, hvat tey hava lært av sínum uppihaldi í Føroyum, í Perluni á Tórsgøtu 3 í Havn.

Røðarar verði hesi:

Johan Henrik Funder Castenschiold (Danmark): “The potential use of Unmanned Aerial Vehicles for seabird monitoring in the Faroes – a pilot study”

Ben Porter (Wales): “Investigating the impacts of light pollution and marine developments on nocturnal seabirds in the north-east Atlantic – a pilot study”

Anne Ausems (Pólland): “PhD defence – Reconstructing important phases of the annual cycle of four species of storm-petrels using stable isotope analyses and ptilochronology”

Alexandra Fink (Týskland): “Studying chick diets of declining seabird species”

Kaffi, te og okkurt afturvið verður at fáa.

Sí eisini event á Facebook her: https://www.facebook.com/events/3074503916208414