Hevur tú funnið ein fugl?

Tað kann vera trupult at vita, nær ein fuglur hevur tørv á hjálp, og nær tað besta er at lata hann vera.

Ein fuglur á jørðini er ikki altíð skaddur ella í neyð. Serliga um várið og summarið er vanligt at finna ungar fuglar, sum eru farnir úr reiðrinum, áðrenn teir duga væl at flúgva. Foreldrini eru ofta nærindis og halda fram at ansa eftir teimum.

Er fuglurin hinvegin skaddur, sjúkur, fastur ella í beinleiðis vanda, kann vera neyðugt at hjálpa.

Hvat hevur tú funnið?

Ein unga
Finn útav, um ungin veruliga hevur tørv á hjálp, áðrenn tú tekur hann upp.

Ein skaddan ella sjúkan fugl
Sí, hvussu tú kanst meta um støðuna, og hvat tú eigur at gera.

Ein sjófugl á landi
Sjófuglar kunnu enda á landi av fleiri orsøkum. Sí, nær tú eigur at hjálpa.

Ein deyðan fugl
Í summum førum er týdningarmikið at boða frá deyðum fuglum.

Ein fugl við ringi ella øðrum merki
Merktir fuglar geva granskarum virðismikla vitan. Sí, hvussu tú boðar frá einum merktum fugli.

Ivast tú?

Tak ikki fuglin við tær, um tað ikki er neyðugt. At verða fangaður og tikin inn kann vera sera strongjandi fyri ein villan fugl.

Er fuglurin í tryggum umhvørvi og ikki sjónliga skaddur, er ofta best at halda frástøðu og eygleiða hann eina løtu. Um tú ert í iva er tú altíð vælkomin at ringja til okkum.