Hækking av starvi og ætlan 2023-2025

Í 2019 fekk Fuglafrøðifelagið saman við FNU játta fígging frá danska grunninum Aage V. Jensens Fond til at seta eitt fólk í starv, umframt at leiga eitt høli til feløgini at húsast í. Fíggingin fevndi um tíðarskeiði 1. apríl 2020 til 31. marts 2025, og rakk til ein 40% starvsbrøk. Sum kunnugt, varð Diana Krossá Kongsbak sett sum samskipari fyri feløgini bæði.

Í 2022 varð avgerð tikin um at býta starvið sundur, og FNU setti tí nýtt starvsfólk í starv hjá sær, meðan Diana helt fram her hjá okkum í Fuglafrøðifelagnum.

Í ár sendu vit inn nýggja umsókn til Aage V. Jensens Fond, har vit søktu fígging til at hækka starvsbrøkin hjá Dianu í írestandi tíðarskeiðinum. Herfyri fingu vit so tey kærkomnu tíðindi, at umsóknin varð gingin okkum á møti. Játtaða fíggingin loyvir okkum at hækka starvsbrøkin til 80%, samstundis sum starvsøkið víðkast og broytist, og Diana tískil nú verður sett í starv sum fyrisitingarstjóri felagsins.

Saman við samstarvsfeløgum í BirdLife International og bretska RSPB hava vit lagt okkum eftir nøkrum málum, ið vit ynskja at røkka áðrenn verandi fígging er uppi. Størsta málið er sjálvsagt at tryggja fíggjarliga grundarlagi undir felagnum, so alt okkara arbeiði ikki dettur niður fyri aftur í 2025.

Yvirskipað eru málini hesi:

  1. Skapa eina langtíðar visión, eina strategi (2025 – 2030), og eina árliga rakstrarætlan, ið fevnir um allar lykla áhugapartar
  2. Í okkaru strategi lýsa friðing, samskifti, peningainnsavning, og mál fyri bæði 2024 og 2025
  3. Leggja til rættis verkætlanir fyri yvirvøku og verju av lívmargfeldi, fyri at fáa almenningin at taka lut í arbeiðinum, og fyri menning í felagnum. Hetta fyri at leggja grunnar undir framtíðar umsóknir um fíggjarligan stuðul til felagið
  4. Fara undir undanmetingar og yvirvøku fyri at ogna okkum betri kunnleika um lívmargfeldi í Føroyum, ið aftur kann fáa almenningin at geva sítt íkast til arbeiðið, har tað er hóskandi
  5. Styrkja okkara samleika á sosialu miðlunum, og uppbyggja strategisk sambond í Føroyum við lykla myndugleikar, stovnar, feløg og virki
  6. Uppbyggja strategisk sambond í Danmark og uttanlands við tey feløg, ið kunnu skapa tekniskt og fíggjarligt tilfeingi, so Føroya Fuglafrøðifelag kann fremja sína strategi frá 2025 av