Umhvørvisstuðul og Grøna Gávan

Tann 5. mai 2021 var evniskvøld hjá Tórshavnar kommunu í samband við Umhvørvisvikuna. Her var umhvørvisstuðul latin ymsum feløgum, bólkum ella einstaklingum. Fuglafrøðifelagið fekk handa umhvørvisstuðul á 15.000 kr til Kenneth Williamson fuglagrunnin, ið verða oyramerktar til gransking av árin frá burturkasti á fuglalívi 🐦

Harumframt gjørdust vit sera bilsin og ikki minni fegin um, at Gist og Vist valdu at handa Grønu Gávuna frá Etika til Føroya Fuglafrøðifelag í ár. Hetta gevur okkum ágrýtni at halda áfram við okkara arbeiði við at upplýsa um fuglafrøði og kveikja til fuglafrøði, og taka hond um føroyska fuglalívið og føroysku náttúruna.

Føroya Fuglafrøðifelag takkar hjartaliga fyri æruna og allan stuðul 🙂