Lóg

§1. Føroya Fuglafrøðifelag – landsfelag fyri fuglakannan og fuglavernd – hevur sum endamál at fremja kannan og vernd av landsins fuglalívið og at birta og halda uppi almannaáhuga fyri fuglasløgum og fuglaumhvørvi. Hetta endamál vil landsfelagið fremja m.a. við at stimbra fuglafrøðiligar kanningar, ávísa og almannakunngera fuglaverndartrupulleikar, hjálpa mynduleikum, felagsskapum og einstaklingum í fuglafrøðiligium spurningum, og at gera uppskot til føroysk fuglanøvn.
Felagið hevur heimstað í Tórshavn

§2. Ein og hvør, sum vil virka fyri endamálum felagsins, kann gerast limur.

Ynski um at gerast limur skal beinast til nevndina. Limaskapur tekur við, so skjótt sum limagjaldið er goldið.

Ynskir limur at verða strikaður, skal hann boða nevndini frá skrivliga innan árslok.

Limur kann verða strikaður, um árliga limagjaldið ikki er goldið innan árslok, men kann gerast limur aftur við at gjalda limagjaldið.

Um mett verður, at ein limur virkar ímóti endamálum felagsins ella tarnar virksemi tess, kann nevndin, við 2/3 í meriluta, samtykkja at koyra hann úr felagnum. Avvarandi limur skal kunnast við orsøkina til hesa avgerð. Tá ein limur verður koyrdur úr felagnum, kann verða kravt at málið skal verða lagt  fyri aðalfund til avgerðar.

§3. Hægsti mynduleiki felagsins er aðalfundurin.

Felagið verður stýrt av eini 5-mannanevnd, vald á aðalfundinum.
Nevndin skipar seg sjálv við formanni, næstformanni og skrivara.

Fyri at nevndin skal vera arbeiðsfør, skulu í minsta lagið 4 limir vera hjástaddir. Stendur á jøvnum við atkvøðugreiðslu, er atkvøða formansins avgerðandi. Nevndin førir gerðabók frá øllum nevndarfundum.

Um fleiri nevndarlimir eru frástaddir ella hava forfall í longri tíð, kann nevndin heita á eykalimirnar um at taka fast sæti í nevndini í teirra stað; teir verða sitandi til næsta aðalfund.

Nevndin kann so velja nýggjar eykalimir, sum sita til næsta aðalfund.

Nevndin umboðar felagið úteftir. Til tess at binda felagið mótvegis triðjamanni, krevst at formaðurin (í hansara stað næstformaðurin), kassameistarin og tveir nevndarlimir skriva undir.

Nevndin velur kassameistara, ið skal vera limur í Føroya fuglafrøðifelag.

§4. Treyt fyri valbari og atkvøðurætti er, at fult limagjald er goldið.

Nevndarval fer fram á aðalfundi. Annað hvørt ár verða valdir 2 limir og annað hvørt ár 3 limir. Ynskir limur at siga seg úr nevndini, verður gjørt eftir hesum ynski. Uppskot til valevni kunnu verða sett fram á aðalfundi av limum ella nevnd, og kunnu vera munnlig ella skrivliga framborðin. Eru ikki fleiri valevni skotin upp enn talið á teimum sum standa fyri vali, eru hesi valevni vald. Atkvøðugreiðsla er sostatt óneyðugt.

Nøvnini á teimum nývaldu skulu kunngerast so skjótt sum til ber, og bræv sendast limunum um hetta.

§5. Roknskaparárið gongur frá 1. januar til 31. desember.

Ársaðalfundurin ásetur á hvøjum ári limagjaldið.

§6. Ársaðalfundurin verður hildin innan 15. mars.

Boða verður til aðalfundar, antin við brævi, telduposti ella í almennu fjølmiðlunum, við 7 daga freist.

Saman við fundarboðunum fáa limirnir sendandi skrá og møgulig uppskot til lógarbroytingar.
Regluligi ársaðalfundurin skal hava hesa skrá:

1.     Val av fundarstjóra.
2.     Frágreiðing frá virki felagsins í farna ári.
3.     Framløga av grannskoðaðum roknskapi.
4.     Val av nevndarlimum.
5.     Val av 2 grannskoðarum.
6.     Ásetan av limagjaldi.
7.     Ymiskt.

Uppskot frá limunum til viðgerðar skulu vera nevndini í hendi í seinasta lagið 15. februar. Á ársaðalfundi ræður meirluti av greiddum atkvøðum. Til lógarbroytingar krevst tó 2/3 atkvøða fyri.

Atkvøðugreiðsla kann vera skrivlig eftir avgerð fundarstjórans, ella um 10 limir ynskja tað.

Limir búsitandi í Føroyum kunna senda brævatkvøðu, sum skal vera nevndini í hendi, áðrenn aðalfundurin verður settur.

Um 3 nevndarlimir ella 10 limir í felagnum ynskja tað, skal nevndin boða til eykaaðalfundar. Slíkir fundir skulu boðast á sama hátt sum ársaðalfundir, og í fundarboðunum skal eisini orsøkin til eykaaðalfundi vera løgd fram.

Álagt verður nevndini at halda eykaaðalfund í seinasta lagi 6 vikur eftir, at skrivligt ynski er sett fram, tó soleiðis, at juni, juli, august og desember verða ikki taldir við.

§7. Fyri avtøku av felagnum er sama skipan galdandi sum fyri lógarbroyting.

Verður felagið avtikið, kunnu møttir limir gera av, hvat verða skal av ognum felagsins.