Fuglabingo - Vegleiðing

tILTAKIÐ VERÐUR 20. aPRÍL 2021, KL. 10.00 - 10.30

Tiltakið Fuglabingo var á fyrsta sinni tann 2. Apríl 2020, tá ið landið lukkaði niður orsaka av Korona farsóttini. Fólk tóku væl ímóti tiltakinum, og tí hava vit gjørt av at royna aftur í ár. Vit kalla tiltakið fyri Fuglabingo, og hetta lítla spælið inniber, at man frá kl. 10.00-10.30 telur og skrásetur allan tann fuglin man sær. Man kann seta seg við eitt vindeyga ella okkurt stað við góðum útsýni, ella man kann fara ein túr onkrastaðni – tað er upp til tykkum. Tað ræður ikki um at síggja so nógvar fuglar sum gjørligt, men heldur at venja seg við at leggja til merkis fuglin og at kenna mun á teimum.

 

Øll, sum skráseta sínar teljingar, verða við í einum lutakasti um ein lítlan vinning – eina fuglabók.

 

Hugskotið um eina slíka teljing er nógv eldri enn Koronakreppan. Í Bretlandi byrjaði sonevnda “Big Garden Birdwatch” í 1979 í bretsku barnaútvarpssendingini Blue Peter, og síðani tá hevur tað verið á hvørjum ári við túsundatals av luttakarum. Fremsta endamálið við Fuglabingo er tó, at tað skal verða hugnaligt og læruríkt hjá øllum luttakandi.

 

Um tit ella børnini kenna tað avbjóðandi at kenna ein fugl frá einum øðrum, so eru fuglatalvurnar við myndum av øllum vanligu fuglasløgunum at finna niðast á síðuni her. Annars kunnu vit eisini viðmæla, at tit hyggja í eina føroyska fuglabók (t.d. “Fuglar í Norðurhøvum” ella “Færøernes fugle”) ella fara á https://snar.fo/fuglar/. Her kunnu tit lesa um nakrar av teimum fuglunum, ið tit kunnu vænta at síggja:

        1. Stari
        2. Gráspurvur
        3. Kvørkveggja
        4. Bringureyði
        5. Kráka
        6. Bládúgva

Vit vóna, at tit vilja spæla við, og vit eru til reiðar at vegleiða og hjálpa, um tit hava spurningar!

 

Góða eydnu! 🙂

Reglurnar eru hesar:

  • Tel við vindeygað ella uttanfyri húsini í ein hálvan tíma frá kl. 10:00 til 10:30
  • Skriva bert eitt tal fyri hvønn fugl
  • Skriva bert tað hægsta talið, sum tú sást í senn av hvørjum fugli
  • Dømi: Um tú sást 15 starar einaferð, 6 eina aðru ferð og 9 eina triðju ferð, so skriva bara “Stari 15”
  • Tel ikki fuglar, sum eru langt burturi, t.d. í øðrum gørðum ella á sjónum
  • Tel ikki fuglar, sum bara flúgva framvið

 

Tá ið fuglabingospælið er liðugt, ynskja vit, at øll skráseta sínar teljingar við at trýsta niðanfyri her:

Fuglatalvur

Fuglatalva síða 1
Fuglatalva síða 2