Tjaldur - Haematopus ostralegus

Tjaldrið er okkara háttvirdi tjóðfuglur. Á Grækarismessu, tann 12. mars, verður hátíðarhildið at tjøldrini venda aftur til Føroya. Tó kunnu fuglar koma væl fyrr, um verðurlíkindini eru til vildar. Nøkur tjøldur eru tó í Føroyum alt árið, og líkt er til, at talið er vaksandi, helst orsakað av veðurlagsbroytingum. Í vetur hava fleiri tjøldur hildið til tildømis við Norðskála, í Suðuroy og aðrastaðni kring landið.

 

Tjaldur er eyðkent við litunum svart og hvítt, og við langa reyða nevinum.
Tjaldur sæst ofta leitandi eftir føði á góðum bøi og við strendur. Tað etur ormar og maðkar, men eisini krækling og aðrar tvískeljar, gággur, sniglar og stundum fisk. Tjaldur kann eisini taka egg og ungar frá tildømis ternu og øðrum fuglasløgum.

 

Tjaldur reiðrast á jørðini, ofta á grúsi, grýtutum lendi ella bøi. Tjaldursbøga verpir vanliga í mai mánaða. Bøgan verpir 2-5 egg, men í miðal eru 3 egg í tjaldursreiðri. Stundum kunnu tvær bøgur verpa í sama reiður og samstarva um at fostra ungarnar. Bæði steggi og bøga bøla í 24-35 dagar og bæði foreldrini taka sær av ungunum og bera teimum føði fyrstu tíðina. Ungarnir eru floygdir eftir 30-37 døgum. Bøgur byrja at reiðrast tá tær eru trý ára gamlar, og steggjar tá teir eru fýra ára gamlir. Ungfuglarnir verða ofta verandi alt árið har stovnurin er í vetrarvist, og venda aftur til búøkið, tá teir eru kynsbúnir.

 

Eftir eina minking í 19. øld, er mett, at heimsstovnurin av tjaldri er vaksin aftur.


Á hvørjum ári doyggja nógv tjøldur av at fáa haft um beinið. Ein stórur trupulleiki fyri tjøldur er lesull, sum rekst á bønum. Ikki øll fuglasløg eru eins viðbrekin yvirfyri lesull. Tildømis er ein ont, sum liggur og skvatlar í vøtnum og tjarnum, ikki í stórum vanda fyri at fløkjast inn í ull. Men tjøldrini ganga javnt og samt á bøi og leita eftir maðkum, har sum seyður eisini gongur. Harafturat hava tjøldrini lítlar og rættiliga spískar negl, har ull lættliga hongur føst. Hevur tjaldrið fyrst fingið ull um beinið, vindur tað lættliga uppá seg, so at meira fløkist uppí. Hetta tyngir og tarnar annars kimiliga og kringa fuglin, so at hann verður verri og verri fyri at leita sær føði.


Kemur tú inn á búøkið hjá tjøldrum, fer tjaldrið at leika í og kann stoyta seg. Tá er best at rýma úr búøkinum. Øðrum heiðafuglum dámar væl at reiðrast nærhendis tjaldri, tí at tjøldrini verja so væl, um vandi er á ferð, og hesum fáa aðrir fuglar eisini ágóða av.