
Støða og menning hjá Bjargafugli í Íslandi
Mikudagin 5. mai kl 16.15 fer Þorkell Lindberg Þórarinsson, forstjóri Náttúrufræðistofnunar Íslands, at hava ein online fyrilestur við heitinum “Staðið við gluggann – staða og þróun bjargfuglarannsókna á Íslandi”. Tiltakið er skipað av íslendska náttúrusøguliga stovninum, men verður stroymdur á stórskíggja í hølinum hjá Føroya Fuglafrøðifelag og FNU í Bøgøtu 14, Tórshavn. Fyrilesturin verður á íslenskum og tiltakið er ókeypis.
Áhugaði eru vælkomin til ein áhugaverdan fyrilestur og ein kopp av kaffi frá kl 16.00.
Meira kann lesast um fyrilesturin á:
https://www.ni.is/greinar/5-mai-2021-thorkell-lindberg-thorarinsson-stadid-vid-gluggann-stada-og-throun
og á:
https://www.facebook.com/events/495207788349933/?acontext=%7B%22event_action_history%22%3A[%7B%22mechanism%22%3A%22search_results%22%2C%22surface%22%3A%22bookmark%22%7D]%7D