
Global Big Day!
Tú kanst vera við í heimsins størsta bólkaarbeiði!
Stóri fuglatejingardagurin á heysti “Global Big Day” verður leygardagin hin 8. oktobur. Hesin dagur er samstundis “Heimsins flytifugladagur” (les meira her). Øll kunnu vera við, og tað er lætt.
Í oktober 2021 tóku 32.000 fólk í 195 londum lut í Global Big Day, og meira enn 7200 fuglasløg vóru eygleidd. Í Føroyum vóru 61 fuglasløg eygleidd hendan dagin í 2021. Hvussu vita vit tað? Jú, tí at øll sum taka lut í teljingum hendan dag skráseta sínar eygleiðingar í eBird (www.ebird.org). eBird er ein stórur dátabasi við fuglaeygleiðingum har øll sjálvboðin kunnu leggja sínar teljingar inn. Her ber til at síggja, hvat fyri fuglasløg vóru eygleidd henda dag í 2021 í Føroyum (sí her). Til ber eisini at síggja allar teir fuglar sum eru skrásettir í eBird í Føroyum (sí her), nær fuglurin sæst í Føroyum, og nær hann fer av landinum aftur (leinkja her), fleiri enn 2500 myndir av fuglum úr Føroyum (leinkja her), og ljóðupptøkur av fuglaláti úr Føroyum (leinkja her).
Hví skulu vit eygleiða og telja fugl? Tað er tvær høvuðsorsøkir til hetta.
Fyrsta orsøkin nevna vit fuglafrøi: Tað er ein gleði í at eygleiða fugl, tí teir eru vakrir og nógvir teirra hava yndislig lát, ið gevur eina kenslu av várið og friðsælu. Tað er stuttligt og spennandi at eygleiða atburð teirra, og ikki minst, kann fuglurin geva okkum eina orsøk at fara út í náttúruna og at røra okkum. Bæði tann sálarligi og tann kropsligi parturin er gott fyri okkum og fyri fólkaheilsuna.
Seinna orsøkin nevna vit fuglafrøði: Fuglurin er ein umhvørvisábending fyri støðuna í náttúruni. Tá nógvar eygleiðar savnast á einum stað, skapar tað eitt betur yvirlit yvir fuglastovnarnir í verðini, stovnsrák teirra, og hvussu fólk og veðurlagsbroytingar ávirka fuglin. Vit kunnu fylgja við flytifuglunum: hvussu flyta teir gjøgnum árið, koma teir fyrr ella seinni enn undanfarin ár, ella flyta teir seg longur norðeftir?
HVUSSU KANST TÚ TAKA LUT Í HESUM?
- Skráset teg í eBird. Tað er ókeypis.
- Brúka nakrir minuttir at eygleiða fuglin, og skriva niður tal, slag og stað fyri teljingina.
- Skráset eygleiðingarnir í eBird. Um tú nýtir eBird appina, eBird Mobile, kann hetta gerast beinleiðis. Annars kunnu teljingarnar leggjast inn seinni á heimasíðuni www.ebird.org. Um tú hevur tørv á hjálp at áseta fuglaslagi, kann appin Merlin Bird IDnýtast til akkurát tað, antin (i) við einum “Wizard”, har man svarar uppá einkultar spurningar um fuglin; ella (ii) við at taka eina mynd av fuglinum; ella (iii) við at gera eina ljóðupptøku av fuglalátinum.
- Skráset umframt hetta gjarna fuglaeygleiðingar gjøgnum alt árið.
Upplagt høvi at verða við í Global Big Day í ár, er at taka lut í árliga fuglatúrinum, sum Fuglafrøðifelagið skipar fyri hetta sama vikuskifti, 7.-9. oktobur. Lesast kann meira um hendan túr á hesi leinkju: sí tiltak her.
SKEIÐ Í NÝTSLU AV eBIRD
Fuglafrøðifelagið fer at hava eitt skeið í nýtsluni av eBird í hølum okkara í Bøgøtu 14, Tórshavn, mánadagin hin 3. oktobur kl. 19-21 (sí serstakt uppslag um hetta). Tilmelding til hetta skeið skal sendast okkum á teldupost info@fuglar.fo seinast fríggjadagin hin 30. septembur.