
Ársins bókaverk ’Fuglar okkara’ á stórskíggja í Norðurlandahúsinum
Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir hava í mong ár arbeitt við nýggjari bók um fuglar í Føroyum. Bókin lýsir í teksti og myndum øll vill fuglasløg, sum eru skrásett í Føroyum.
Mikukvøldið 28. septembur kl 19.00 verður bókaverkið lagt fram í Norðurlandahúsinum. Her verður høvi at síggja fleiri av sjáldsama góðu fuglamyndunum úr bókini, umframt at hoyra ymiskt forkunnugt um fuglalívið í Føroyum. Høvundarnir fara eisini at greiða frá tilgongdini at gera bókina.
Í verkinum Fuglar okkara verður greitt frá livihátti, hvussu fuglurin flytur, og hvat hann etur, umframt myndir av fuglinum av báðum kynum og í ymiskum búnum. Serliga nógv verður gjørt burtur úr føroysku búfuglunum, har m.a. tekstabrot er um reiðran, myndir av eggum, um atburð í náttúruni, hvat hóttir fuglalív og um føroyska fuglaárið. Øll fuglasløgini eru lýst í myndum, sum í stóran mun eru tiknar í Føroyum.
Bókaverkið – trý prýðilig bind í húsa saman við eini fikkubók – verður til keyps í NLH hetta kvøldið og kostar bara 800 kr.
Forlagið Sprotin skipar fyri hesum kvøldinum, og meldast kann til tiltakið her: https://www.nlh.fo/?event=8661/arsins-bokaverk-fuglar-okkara-a-storskiggja