
Aðalfundur 11. marts
Aðalfundurin hjá Føroya Fuglafrøðifelag verður leygardagin 11. marts kl 14:00 á Havstovuni, Nóatún 1. Skrá sambært viðtøkum felagsins, umframt framløgur aftaná fundin. Vit bjóða kaffi/te, frukt og køku.
Skráin sær í ár soleiðis út:
Kl. 14:00: Aðalfundur hjá Fuglafrøðifelagnum
Kl. 15.15: Kaffisteðgur
Kl. 15.30: Almennar framløgur
· Sjúrður Hammer, US, og Frank Rennie (on-line), Skotland: Fuglastaðarnøvn í Føroyum og Hebridunum
Kl. 14:00: Aðalfundur hjá Fuglafrøðifelagnum
Kl. 15.15: Kaffisteðgur
Kl. 15.30: Almennar framløgur
· Sjúrður Hammer, US, og Frank Rennie (on-line), Skotland: Fuglastaðarnøvn í Føroyum og Hebridunum
· Jógvan Thomsen: Um drunnhvíta
· Jón Aldará: Upptøkur frá live-kamera á Kolturi.
Kl. 19.30: Eftir aðalfundin verður ársveitslan, sum aftur í ár verður hildin saman við FNU. Kostnaðurin fyri ársveitsluna er 200 kr, og neyðugt er við tilmelding. Freistin at tekna seg til ársveitsluna er mánadagin 6. marts. Hetta kann gerast við at senda okkum ein teldupost á: info@fuglar.fo
Vit vóna at síggja tykkum! 🙂