LIFEPLAN og sjálvvirkin ljóðidentifisering av fuglum

Bird Sounds Global hevur sent ein fyrispurning um at fáa hjálp frá  fólki í Føroyum, sum hava neyðugan førleika, at royna at eyðmerkja hvør fuglur tað er, sum letur á upptøkum.

Í Føroyum hava vit eitt LIFEPLAN ljóðupptøkustað, og nakrar ljóðupptøkur eru komnar inn. Fyri at kunna víðari útvikla sjálvvirkjandi ljóðidentifiseringarnar av fuglasløgunum í Føroyum og Evropa, er tó neyðugt við meira data.

Nýggj grein innan sjálvvirkna ljóðidentifisering av fuglum kann lesast her: Domain-specific neural networks improve automated bird sound recognition already with small amount of local data.

Fín frágreiðing til identifisering av ljóðupptøkunum finst her: https://bsg.laji.fi/identification/instructions

Um tit hava hug og førleikar at hjálpa til, hevði tað verið ein stór hjálp 🙂