Fuglabingo verður aftur tann 20 apríl

Tiltakið Fuglabingo var á fyrsta sinni tann 2. Apríl 2020. Fólk tóku væl ímóti tiltakinum, og vit fingu heilar 291 skrásetingar inn. Hetta fegnaðust vit um, og tí hava vit gjørt av, at royna aftur í ár. Vit kalla tiltakið fyri Fuglabingo, og hetta lítla spælið inniber, at man frá kl. 10.00-10.30 telur og skrásetur allan tann fuglin man sær. Man kann seta seg við eitt vindeyga ella okkurt stað við góðum útsýni, ella man kann fara ein túr onkrastaðni – tað er upp til ein sjálvan. Tað ræður ikki um at síggja so nógvar fuglar sum gjørligt, men heldur at venja seg við at leggja til merkis fuglin og at kenna mun á ymsu fuglunum.

Hugskotið um eina slíka teljing er nógv eldri enn Koronakreppan. Í Bretlandi byrjaði sonevnda “Big Garden Birdwatch” í 1979 í bretsku barnaútvarpssendingini Blue Peter, og síðani tá hevur tað verið á hvørjum ári við túsundatals av luttakarum.

Fremsta endamálið við Fuglabingo er, at tað skal verða hugnaligt og læruríkt hjá øllum luttakandi. Tó, um vit kunnu betra og endurtaka tiltakið ár um ár, so er væl hugsandi, at tað kann gerast eitt hjálparamboð hjá granskarum at eyðmerkja broytingar í fuglastovnunum í Føroyum, á sama hátt sum urtagarðsteljingin í Bretlandi.