LIFEPLAN og sjálvvirkin ljóðidentifisering av fuglum

Bird Sounds Global hevur sent ein fyrispurning um at fáa hjálp frá  fólki í Føroyum, sum hava neyðugan førleika, at royna at eyðmerkja hvør fuglur tað er, sum letur á upptøkum. Í Føroyum hava vit eitt LIFEPLAN ljóðupptøkustað, og nakrar ljóðupptøkur eru komnar inn. Fyri at kunna víðari útvikla sjálvvirkjandi ljóðidentifiseringarnar av fuglasløgunum í Føroyum og Evropa, er…

Vís

Úrslit frá Global Big Day 14. mai 2022

Stóri fuglatejingardagurin var leygardagin 14. mai. Tað eru eBird og Cornell universiteti í USA, ið eru høvuðsfyriskiparar av hesum degi. eBird er ein dátabasi, har øll kunnu skráseta sínar fuglaeygleiðingar. Runt heimin hava 51455 fólk skrásett sínar eygleiðingar fyri 14. mai, og 7673 sløg vóru sædd hendan eina dagin. Føroyar er ein lítil, men týðandi…

Vís

Ársveitslan 2022

23. apríl kl. 19.00 verður árliga veitslan hjá Fuglafrøðifelagnum og FNU hildin á Havstovuni. Kostnaðurin fyri ársveitsluna er 200 kr, og neyðugt er við tilmelding. Freistin at tekna seg til veitsluna er mikudagin 20. apríl. Hetta kann gerast við at senda okkum ein teldupost á info@fuglar.fo ella á fnu@fnu.fo

Vís

Aðalfundurin verður 6. marts

Aðalfundurin hjá Føroya Fuglafrøðifelag verður sunnudagin 6. marts kl 14:00 á Havstovuni, Nóatún 1. Skrá sambært viðtøkum felagsins, umframt framløgur aftaná fundin. Vit bjóða kaffi/te, frukt og køku.Skráin sær í ár soleiðis út:Kl. 14:00: Aðalfundur hjá FuglafrøðifelagnumKl. 15.15: KaffisteðgurKl. 15.30: Almennar framløgur· Diana Krossá Kongsbak: Fuglateljingarverkætlan við eBird· Jógvan Thomsen: Framløga av nýggjari drúnnhvítabók· Janus…

Vís

Fuglagransking – summarið 2021

Føroya Fuglafrøðifelag setti tíðliga í ár á stovn grunnin Kenneth Williamson fuglagrunnin. Við stuðuli frá Tórshavnar Kommunu hava vit tí kunna bjóða fleiri ungum granskarum til Føroya at granska í okkara spennandi fuglalívi. Hóskvøldið 9. sep kl 19.00 fara tey at leggja fram teirra granskingarúrslit ella teirra vónir um, hvat tey hava lært av sínum…

Vís

Opið hús á Mentanarnáttini 10. septembur

Til mentanarnáttina í Tórshavn fríggjadagin tann 10. septembur, vilja vit fegin bjóða øllum áhugaðum fólkum framvið til eitt hugnaligt prát við okkum feløgini Fuglafrøðifelagið og FNU. Eisini verða tvey forvitnislig innlegg, sum vit vóna fleiri hava áhuga í. Men mest av øllum eftirlýsa vit at koma í tal við limirnar í Fuglafrøðifelagnum. Hvussu halda tit vit eiga…

Vís

Opið hús á Mentanarnáttini 4 juni

Til mentanarnáttina í Tórshavn fríggjadagin tann 4. juni, vilja vit fegin bjóða øllum áhugaðum fólkum framvið til eitt hugnaligt prát við okkum feløgini Fuglafrøðifelagið og FNU. Eisini verða tvey forvitnislig innlegg, sum vit vóna fleiri hava áhuga í.   Men mest av øllum eftirlýsa vit at koma í tal við limirnar í Fuglafrøðifelagnum. Hvussu halda tit vit eiga…

Vís