Kvørkveggja
Fuglurin, sum verður umrøddur hesa ferð, er kvørkveggja.
Fuglarnir, sum verða umrøddir hesa ferð, eru gráspurvur og skógspurvur.
Tiltakið Fuglabingo var á fyrsta sinni tann 2. Apríl 2020. Fólk tóku væl ímóti tiltakinum, og vit fingu heilar 291 skrásetingar inn. Hetta fegnaðust vit um, og tí hava vit gjørt av, at royna aftur í ár. Vit kalla tiltakið fyri Fuglabingo, og hetta lítla spælið inniber, at man frá kl. 10.00-10.30 telur og skrásetur…
Hósmorgnar er fuglatátturin í morgunsendingini. Silas Olofson og Jórun Pólsdóttir leggja til rættis. Fuglurin, sum verður umrøddur hesa ferð, er mýrisnípa.
Stari – Sturnus vulgaris faroeensis Litfagri og avbera musikalski starin er ein hin kendasti fuglurin í urtagarðinum, og flestu okkara síggja hann helst dagliga. Starin, ið vit síggja her á landi árið runt, er serføroyskt undirslag, og eitur á latíni Sturnus vulgaris faroeensis. Hetta staraslag er heimsins størsti stari og passar tískil væl til váta, føroyska…
Í dag verður tosað um tjaldursgræling. Navnið kann lumpa eitt sindur, tí tjaldursgrælingur er als ikki í ætt við tjaldur og líkist heldur ikki.
Í Føroyum eru 16 másasløg skrásett og koma tey úr Norðuramerika, Suður- og Eysturevropa og úr arktiska økinum.
Fuglafrøðifelagið hevur nýliga sett á stovn ein fuglagrunn, ið hevur sum aðalmál at styrkja vitan og gransking um føroyskt fuglalív.